Eftir seks teir fyrstu dystirnar í Keypmannahavnarseriuni hevur 1. lið hjá ÍF Føroyum lagt seg millum tey fremstu liðini.
Hóskvøldið leikti ÍF Føroyar ímóti KFUM, og føroysku útisetarnir vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Jørgin Meitilberg legði ÍF Føroyar framum fyri steðgin, og Ken Nónklett økti til 2-0 beint eftir steðgin.
Trettan lið eru í deildini, og ÍF Føroyar liggur í løtuni á fjórða plássi við tólv stigum. Bert trý stig eru upp til oddaliðið, ið hevur fimtan stig. ÍF Føroyar hevur eisini ein dyst til góðar samanborið við nøkur av hinum liðunum í oddinum.Venjarar hjá ÍF Føroyum eru Julian Hansen, ið vandi HB seinnu hálvu í fjør, og Frankie Jensen