Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Høgni Lisberg fara 3. oktober saman í bólk og spæla í Føroyahúsinum. Allir tríggir hava góða rødd og tí fáa áhoyrararnir høvi at hoyra allir syngja, meðan Eyðun Nolsøe tekur sær av gittarinum, Kim Hansen av tangentunum og Høgni Lisberg passar trummurnar.
Pætur Magnussen, eisini kendur undir navninum Pete Switch, verður DJ og kemur somuleiðis at standa fyri tónleikinum í Føroyahúsinum hetta kvøldið, sum føroyska ítróttarfelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, skipar fyri.
Kelda: FO Invasion