ÍF Føroyar í aðru deild

Flogbóltur: Við sigrinum á VKV Gladsaxe um vikuskiftið, kundu ÍF Føroyar leikararnir lata sjampanjupropparnar bresta úr fløskuni. Við sigrinum var uppflytingin veruleiki

Føroyska ítróttarfelagið í Keypmannahavn hevur í fleiri ár gjørt seg galdandi í fótbólti, men sum vit greiddu frá í farnu viku, eru teir eisini farnir at gera seg galdandi í flogbólti.

Eftir eina torføra byrjan upp á hetta kappingarárið, kom vend í, tá árið var hálvrunnið og síðani hevur bara gingið framestir. Hermann Lindberg fekk ungu menninar at taka seg so mikið saman, at teir eru farnir at leika skilagóðan flogbólt. So skilagóðan, at teir um vikuskiftið kundu tryggjað sær uppflyting í hægri deild.

Og tað eydnaðist.

ÍF Føroyar spældi um vikuskiftið móti VKV Gladsaxe og tann dystin vunnu teir 2-0.

Við sigrinum eru teir framhaldandi á fjórða plássi, men nú ájavnir við liðið, sum er nummar trý. Tað liðið hevur kortini leikt ein dyst fleiri enn føroyingarnir, so í veruleikanum er møguleiki fyri, at ÍF Føroyar gerst nummar trý tá avtornar.

Nú er so eingin møguleiki hjá hinum liðunum at fáa ÍF Føroyar aftur, og tískil kemur føroyska liðið at leika í aðru deild næsta kappingarár. Sosialurin ynskir ÍF Føroyar tillukku við góða úrslitinum og góða eydnu næsta kappingarár