Mikukvøldið høvdu fuglfirðingar trý stig við sær úr Sarpugerði og inn til Fuglafirðar, og tað hoyrdist og sást, hvussu stórur fagnaðurin var, tá ið stóra fylgið nærkaðist bygdini.
Í dag fer at verða kunngjørt, at ÍF hevur skrivað sáttmála við ein av spælarunum hjá Víkingi, sum kanska verður á liðnum longu sunnudagin, tá ið ÍF fær vitjan av B36.
Talan er um 23 ára gamla Hans Jákup Lervig, sum higartil í ár hevur spælt á næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum er topplið í næstbestu deildini. Hans Jákup hevur spælt fýra dystir og skorað tvey mál.
Hans Jákup hevur vant við besta hópinum hjá Víkingi, men hann hevur bara verið á besta liðnum í tveimum dystum í til saman í 11 minuttir.
Nýggi ÍF spælarin er ikki ókendur í Fuglafirði. Í fjør flutti Hans Jákup Lervig úr Víkingi og til ÍF um hesa tíðina. Sambært faroesoccer.com spældi hann fyrsta dystin 16. juni, tá ið ÍF tapti 5-1 á heimavølli ímóti HB. Hans Jákup stóð seg sera væl í Fuglafirði. Hann var fastur maður á liðnum og spældi 14 dystir, og hann skoraði fýra mál og legði upp til fleiri enn tað.
Í vetur flutti Hans Jákup aftur í barndómsfelagið, men nú liggur leiðin aftur til Fuglafirðar, har vánirnar munnu vera betri at sleppa framat í fremstu røð.
Dánjal á Lakjuni hevur verið framrættaður í høgru, men hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Mikukvøldið var Bogi Løkin í hesi ódnini, men hann noyddist tíðliga í fyrra hálvleiki av vøllinum, tí hann var darvaður av vøddaskaða í lærinum. Í hansara stað varð settur Gundur E. Petersen, sum skoraði fyrra málið í 2-1 ÍF sigrinum í Sarpugerði.
Nú er tað upp til ÍF venjararnar – Hans Jørgen Djurhuus og Ólav Larsen – at gera av, um tað verður Gundur ella Hans Jákup, sum skal vera framrættaður í høgru sunnudagin, tá ið B36 verður gestur í Fløtugerði.