Tað er eitt ordiligt kubb, sum teir í Fuglafirði hava gjørt, nú teir hava skrivað undir sáttmála við nýggjan málverja.
ÍF boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Milnos Budakovic. 28 ára gamli serbiski málverjin hevur tvey tey seinastu árini vart málið við Stórá. Fyrra árið var tað fyri felagssliðið TB/FCS/ROYN, sum teir róptu Suðringar, og í ár var tað fyri TB.
Eingin ivi er um, at Milos Budakovic bæði í fjør og í ár átti avgerandi leiklut á liðnum har suðuri.
Sambært faroesoccer.com hevur Milos Budakovic tvey tey seinastu árini spælt 54 dystir fyri liðini í Suðuroy – í landskappingini og steypakappingini.