ÍF hevur hesar seinastu vikurnar havt danska áleyparan, Frederik Selch Poulsen, til royndarvenjing. Og sambært heimasíðuni hjá danska felagnum, Vejgaard, ið Frederik Selch Poulsen frammanundan hevur spælt við, hevur royndarvenjingin gingið so mikið væl, at danski áleyparin nú hevur gjørt sáttmála við ÍF.
Sostatt skal Frederik Selch Poulsen vera maðurin, ið skal loysa álopstrupulleikarnar í Fuglafirði. Upprunaliga var annars ætlanin í ÍF í ár, at Clayton Soares og Adeola Runsewe skuldu kappast um álopsplássini, men í báðum førunum vóru tað vantandi arbeiðsloyvi, ið gjørdu, at teir ikki fingu spælt.
Frederik Selch Poulsen kann longu spæla sín fyrsta dyst fyri ÍF sunnudagin, tá ÍF spælir á heimavølli móti EB/Streymi. Flytingargluggin í føroyskum fótbólti opnar nevniliga hósdagin aftur.