ÍF fær einki burtur úr kæruni, ið felagið sendi Fótbóltssambandinum eftir dystin móti NSÍ mikukvøldið.
Dómarin, Rúni Gaardbo, dømdi trý brotsspark í dystinum - tvey til NSÍ og eitt til ÍF. Harumframt gav hann tveimum leikarum hjá ÍF reyða kortið. Somuleiðis vóru fuglfirðingar sera ónøgdir við, at dómarin ikki dømdi rangstøðu, tá NSÍ skoraði sigursmálið til 3-2.
Av tí at ÍF millum annað kærdi um reyð kort og harvið leikbann til spælarar, noyddist Kappingarnevndin at taka støðu til kæruna áðrenn næsta umfar, sum er sunnudagin.
Kappingarnevndin hevur viðgjørt kæruna og er samd um ikki at ganga henni á møti. Í kæruni skrivar Kappingarnevndin millum annað:
?ÍF vísir í kæru síni á fleiri viðurskifti, sum byggja á metingina hjá dómaranum og hjálpardómaranum, og biður m.a. um at fáa nýggjan dyst. Dómarin og hjálpardómararnir í nevnda dysti lúka tær treytir, sum eru kravdar fyri at døma í Formuladeildini. Í einum fótbóltsdysti er tað dómarin, sum saman við hjálpardómarunum dømir dystin, og er tað meting dómarans sum ger av, hvussu dømt verður. Vísandi til grein-5 í Fótbóltslógini eru avgerðir dómarans endaligar.?
Hetta skrivar Kappingarnevndin millum annað í síni niðurstøðu til kæruna frá ÍF, sum sostatt ikki fær viðhald. Tískil hava Alexander Jovevic og Balazs Sinko leikbann til heimadystin móti B71 sunnudagin.










