ÍF fær ikki spælt á heimavølli

Kavin er orsøk til, at oyggjauppgerðin, sum skuldi vera í Fuglafirði, í staðin verður í Runavík

Kavin argar so mikið norðanfyri, at tað ikki verður hildið ráðiligt at spæla í fremstu deildini í Fuglafirði í morgin.

Skráin sigur, at ÍF í morgin skal spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Soleiðis verður tað ikki.

NSÍ skrivar í kvøld soleiðis:

NSÍ og ÍF spæla dystin í Runavík sunnudagin kl 15.00! Veðrið ávirkar í vikuskiftinum, og tí er dysturin fluttur til Runavíkar.

Vit fara at heita á øll um at møta í góðari tíð, og at gjalda við kortið. Atgongumerkini verða seld í kioskini, og heita vit tí á øll at gjalda við gjaldskortið, og møta í góðari tíð.

Sum tað sæst á myndini, so hava teir í Runavík í dag lagt nógv fyri við at grava nógva kavan burtur, sum lá á vøllinum við Løkina.