Flogbóltur
Sæð burtur frá fyrsta dystinum ár, tá ÍF tapti 3-1 móti SÍ, hava fuglfirðingar ikki verið til at steðga í ár.
Tí var eisini nógv, sum bendi á, at meistaraheitið skuldi koma hús longu á trið seinasta leikdegi, tá ÍF skuldi til Havnar at spæla móti Fleyr, sum als ikki hevur fingið glið á sítt spæl seinasta partin av kappingini.
ÍF hevði ársveitslu um vikuskiftið, og longu á veitsluni stóð greitt, at meistaraheitið var í hús. SÍ var nevnliga við undirlutan, tá teir vitjaðu hjá Mjølnir, og so var matematiska vissan longu í rættlag undan dystinum hjá ÍF sunnudagin.
Men tað forðaði nú ikki fuglfirðingum í at gera bart í Havn. Við 3-1 sigri staðfestu fuglfirðingarnir, at teir verða ikki tiknir í ár, og so er spurningurin bara, um tað eisini verður til greipusigur til fuglfirðingar, sum komandi leygardag spæla steypafinalu.