ÍF er á veg í leyvubølið

Hóast tað er toppur ímóti botni, so benda tølini ikki á, at talan í dag verður um metstórt skrædl

7-0 og 1-8. Tað eru størstu skrædlini higartil í ár. Fyrra úrslitið var, tá ið TB fyrru ferð var í Klaksvík og legði rygg til 7-0 tap, og seinna úrslitið var, tá ið NSÍ var á Eiði og fór til hús við 8-1 sigri.

Í dag fær toppliðið B36 vitjan av botnliðnum ÍF. B36 hevur 53 stig og málmunin 39 – 16, og ÍF hevur 6 stig og málmunin 19 – 59.

Hóast B36 er topplið, so hevur B36 ikki vunnið heilt stórar sigrar. Teir størstu eru 4-1 og 3-0. 4-1 á heimavølli ímóti AB og 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi og ÍF og síðsta sunnukvøld á útivølli ímóti NSÍ.

Størsta tapið, sum ÍF hevur lagt rygg til, var í Gundadali, tá ið HB vann 6-0.

Tað er langt síðani, at ÍF vann úrtøku á útivølli ímóti B36. Fyri seks árum síðani var ÍF við í kappingini um FM. Úrtøkan til silvurkrónurnar í 2013 var eitt nú 2-2 og 2-1 sigur í Gundadali ímóti B36.

Fýra spælarar, sum vóru við í 2013, eru framvegis á ÍF liðnum. Teir eru Jan Ó. Ellingsgaard, Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Zachariassen og Høgni Madsen, sum er leikbannaður ídag. Milan Svojic er eisini leikbannaður.

Hjá B36 er Brian Jakobsen tøkur aftur eftir leikbann, og Erlendur Magnusson og Róaldur Jakobsen eru langtíðarskaddir.