Mansflogbóltur
Tað er einki at siga til, um flogbóltslagið er vánaligt í Fuglafirði í hesum døgum. Mest sum alt heyst hevur tosið mest snúð seg um, nær ? og ikki hvør ? fuglfirðingar skuldu tryggja sær meistaraheitið í mansflogbólti, men nú er brádliga álvarsligur vandi fyri, at hetta verður av ongum.
Eftir tíggju sigrar á rað, har liðið tóktist vera í serflokki, rendu menninir seg brádliga í eitt tap, tá teir vitjaðu Fram fyri viku síðani, og leygardagin var tað so Mjølnir, sum átti tørn.
Treiskni gav úrslit
Og kanska var tað júst tapið hjá ÍF fyri Fram, sum viðførdi, at Mjølnir legði so nógv fyri leygardagin. Tað var eins og trúðu teir meira upp á møguleikan, enn teir annars hava gjørt, og tá ÍF eisini mátti vera skadda Bartal Eliasen fyriuttan, var blokkurin ikki eins sterkur, sum hann vanliga er hjá liðnum.
Og hesum dugdu klaksvíkingarnir til fulnar at gera sær dælt av. Frysta settið varð vunnið sannførandi, men eftir at ÍF tók sær av næsta settinum, tóktist gongdin vera vend. Í triðja settinum tóktust teir á oddaliðnum bara at halda fram, og eitt skifti tóktist tað mest sum ein formalitetur, áðrenn eisini hetta varð vunnið, men so setti klaksvíkingar á. Væl stuðlaðir av mongu áskoðarunum i høllini vunnu teir seg støðugt inn á ÍF, og tað eydnaðist eisini at taka sær av settinum, um enn munurin ikki var stórur.
Ivaleyst setti hetta djúp sálarlig spor hjá fuglfirðingum ,tí hóast teir eisini í fjórða settinum tóktust hava munin, so megnaðu teir ongan tíð at seta Mjølnir heilt til viks.
Og so endurtók søgan seg. Eftir at ÍF at kalla alt settið hevði veirð á odda, so komu klaksvíkingarnir sum eitt óløgið seinastu bóltarnar. Fyrsti dystarbólturin kiksaði, men tá teir løtu seinni vunnu sær enn ein møguleika var einki at gera hjá ÍF, uttan at geva skarvin yvir.
Mugu reisast
Við sigrinum syrgdu klaksvíkingar fyri, at spenningur nú av álvara er komin í aftur flogbóltskappingina hjá monnum. Nakað sum annars tóktist óhugsandi fyri bert tveimum vikum síðani, men tvey tap á rað hava í øllum førum staðfest, at ÍF kann takast.
Og spurningurin er so, hvussu hetta hevur ávirkað fuglfirðingarnar. Komandi vikuskifti hava teir tó møguleikan at rætta nakað upp á sjálvsálitið, tá botnliðið úr Fleyr kemur á vitjan, og stendur steypafinalan fyri framman. Ein finala, sum fyri bert tveimum vikum síðani tóktist vera ein avgreiðsluspurningur, men sum eftir seinastu úrslitini tykist vera víðopin, og fyri flogbóltsáhugan í landinum er hetta kanska ikki so heilt galið.










