ÍF er á sigurskós

Tað skal ganga verri enn illa hjá ÍF síðsta hálva tíman, um tað ikki seinnapartin skal eydnast at vinna trý stig.

Tá ið tað restaði ein hálvur tími, var ÍF á odda 3-0 ímóti SÍ, sum vitjar í Fuglafirði.

Nenad og Bartal Eliasen løgdu ÍF framum 2-0 í 1. hálvleiki, og stutt eftir steðgin var Nenad aftur á blettinum og økti um ÍF leiðsluna soleiðis, at hon nú er 3-0.