Um fuglfirðingar ikki vera føroyameistarar í mansflogbólti í 2013, so er kappingin ikki rættvís. ÍF er í serflokki í hesum kappingarárinum, og tað er einki av hinum liðunum, ið er nærnámind at røkka teimum úrslitum, sum fuglfirðingar hava fingið seinastu mánaðirnar. Teirra greiða oddastøða er samstundis ein av orsøkunum til, at kappingin hjá monnum er mest sum einkisigandi í løtuni. ÍF hevur fult stigatal eftir 11 dystir.
Tað eru ábendingar um, at SÍ verður mótstøðuliðið í báðum finalunum um føroyameistaraheitið. Vil tað so, at fuglfirðingar tapa stríðið um gullið tá, er tað ikki ein rættvís mynd av kappingarárinum. Tað staðfestu teir aftur hetta vikuskiftið, tá teir knógvaðu júst SÍ í Sørvági.
Heimaliðið legði annars bragdliga fyri og vann óvæntað fyrsta settið. Gestirnir úr Fuglafirði ressaðust kortini skjótt og staðfestu sína støðu sum nógv tað besta flogbóltsliðið í Føroyum. Úrslitið varð 3-1.
Í Klaksvík var eingin ivi, tá Fleyr vitjaði hjá Mjølnir. Gestirnir úr høvuðsstaðnum vunnu 3-0.
Úrslitini hetta vikuskiftið:
Mjølnir – Fleyr 0-3 (18-25, 20-25, 14-25)
SÍ – ÍF 1-3 (25-20, 11-25, 20-25, 16-25)