Fuglfirðingar hava lagt seg upp á síðuna av HB, ið higartil hevur verið einsamalt á odda í Vodafonedeildini. ÍF og HB eru jøvn í stigum, men ÍF er oddalið, tí fuglfirðingar hava betri málmun enn HB. Málmunurin hjá ÍF er +7, og málmunurin hjá HB er +4.
Tað var tyngd og broddur í hjá ÍF, sum síðstu løtuna gjørdi bart, tá ið Víkingur hevði mist liðformannin, Niclas Niclasen, ið varð vístur av vøllinum orsaka av at hevna seg.
HB og B36 spældu 2-2. Harvið hevur HB ikki vunnið landskappingardyst ímóti grannunum síðani í oktober 2008.
Í Runavík var Klæmint A. Olsen tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍ vann 2-0 á B71. Hetta var fimta ferðin á rað, at NSÍ fór av vøllinum við fullari úrtøku.
HB og ÍF hava 18 stig, NSÍ 16 stig, B36 13 stig, EB/Streymur 11, B68 10, FC Suðuroy og B71 6 og AB 3 stig.
Klokkan 17 var fyrsta bríkslið á Argjum, har AB og FC Suðuroy spæla botndyst.
Úrslitini
HB-B36 2-2 (1-2)
1-0: Símun Samuelsen 24.
1-1: Jákup á Borg 33.
1-2: Odmar Færø 37.
2-2: Tórður Hreiðarsson 67.
Reytt kort: Klæmint Matras (2 gul), B36, 90.+
Víkingur-ÍF 1-3 (0-1)
0-1: Andy Olsen br 35
1-1: Sølvi Vatnhamar 52.
1-2: Nenad Saric 90.+
1-3: Frank Poulsen 90.+
Reytt kort: Niclas Niclasen 82. (beinleiðis reytt)
NSÍ-B71 2-0 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 33.
2-0: Klæmint A. Olsen 66.
----------
HB-B36 kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
HB: Marcin Dawid - Rógvi Holm, Doddi, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen - Pætur Jørgensen (Levi Hanssen, 65.), Fróði Benjaminsen, Milan Kuljic, Rógvi Poulsen - Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 65.)
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Fróði Clementsen (Dimitrij Jankovic, 60.), Odmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen - Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen (Heini í Skorini, 68.), Christian R. Mouritsen - Jákup á Borg, Hjalgrím Elttør (Høgni Eysturoy, 90.)
Meinhard Joensen er skaddur í knænum, og tí er Jóan Pauli Dahl Jakobsen í B36 málinum.
15 min
0-0
20 min
HB hevur yvirvág, og nýggja B36 miðverjan tykist hava trupulleikar. Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevur fleiri ferðir bjargað meistarliga.
1-0: Símun Samuelsen 24.
Bólturin varð lagdur inn um frammarlaga staddu B36 verjuna, sum vildi hava dómaran at bríksla fyri rangstøðu. Tað gjørdi dómarin ikki, og Símun Samuelsen var púra blankur, tá ið hann lyfti bóltin upp um Jóan Paula í B36 málinum.
1-1: Jákup á Borg 33.
Landsliðsspælarin royndi seg við langskoti, sum tók í ein av mótstøðumonnunum og fór í málið.
1-2: Odmar Færø 37.
Eftir hornasparksinnlegg frá Jákupi á Borg rann miðverjin fram til nærra stólpan og snittaði við høvdinum bóltin í málið, meðan HB verjan saman við áskoðarunum hugdi at!
Hálvleikur
1-2
60 min
1-2
Fyrsta korterið hevur B36 verið omaná.
2-2: Doddi 67.
HB hevur júst styrkt um álopspartin við at seta Levi Hanssen og Tór-Ingar Akselsen á vøllin. Levi legði gott horna innfyri, og Doddi var leysur, tá ið hann setti krúllin undir bóltin, sum sigldi í handara hornið.
90 min
2-2
Dómarin hevur lagt 5 minuttir aftrat.
94 min
2-2
Liðformaðurin hjá B36, Klæmint Matras, sær gult fyri aðru ferð og verður harvið vístur av vøllinum.
Heini í Skorini fór um koll í HB brotsteiginum, og B36 legan vildi hava brotsspark, men tað helt dómarin ikki.
Liðugt
2-2!
Víkingur-ÍF kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Sam Jacobsen, Nenad Stankovic, Súni Olsen, Sølvi Vastnhamar - Finnur Justinussen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin (Alexander Jovevic, 75.), Andy Olsen - Øssur Dalbúð
15 min
0-0
0-1: Andy Olsen br 35.
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin eftir at bólturin var komin í hondina á einum av heimamonnunum.
Fuglfirðingar hava verið leikliga omaná.
1-1: Sølvi Vatnhamar 52.
Heimaliðið hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin. Sølvi Vatnhamar setti við høvdinum bóltin í málið, eftir at Súni Olsen hevði lagt innfyri.
60 min
1-1
Tað gongur javnt á. Næst við at fáa mál vóru fuglfirðingar, men royndin hjá Andy Olsen endaði á stólpanum aftanfyri Geza Turi.
82 min.
REYTT KORT!!
Liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclsen, fær reyða kortið eftir frísparksstøðu, sum ikki tóktist vandamikil. Ivaleyst vísti Ransin N. Djurhuus ostaskorpuna fyri hevnisøku.
1-2: Nenad Saric 90.
ÍF er á sigurskós. Undirmannaðu víkingarnir mistu á veg í álop, Nenad Saric varð spældur leysur í vinstru, og hann var púra leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Geza Turi í Víkinga málinum.
Dómarin hevur lagt 4 minuttir aftrat, og Víkingur hevur spent álopsbogan.
1-3: Frank Poulsen 90.+
eftir uppspæl í høgru
Liðugt
3-1 til ÍF
NSÍ-B71 kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen (Erland B. Danielsen, 78.), Einar Hansen - Jann Martin Mortensen (Ólavur í Ólavsstovu, 79.), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni (Debes Danielsen, 70.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint Olsen (Karoly Potemkin, 82.)
B71: Bárður Johannesen - Jóhannis Jensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Tummas Clementsen - Mads Hentze (Tórhallur Thomsen, 81.), Mikkjal Hentze, Høgni Midjord, Marko Stanic, Danilo Kovacevic - Símun Hansen
15 min.
0-0
Fyrsta korterið hevur heimaliðið verið greitt omaná, men NSÍ er ikki komið nærri máli enn at senda bóltin í tvørtræið.
1-0: Klæmint A. Olsen 33.
Christian Høgni Jacobsen breyt ígjøgnum í høgru, og Klæmint A. Olsen setti bóltin í málið.
Annars hevur B71 leikliga rættuliga fótað sær, og Jóhannis Jensen hevði risa møguleika, men hann misnýtti, tá ið hann var einsamallur við Andras Gango.
60 min
1-0
NSÍ hevur lotið undan í 2. hálvleiki, men enn hevur ikki eydnast heimaliðnum at økja um leiðsluna. B71 lúrir støðugt eftir snarálopum.
2-0: Klæmint A. Olsen 66.
eftir uppspæl í vinstru og innlegg tóktist B71 verjan at hava tak á, men Klæmint vann bóltin av sandoyingum, og so setti hann bóltin í málið.
AB-FC Suðuroy kl. 17.00
Dómari: Eiler Rasmussen