ÍF endaði á 4. plássi

Tað er stórur fagnaður í ÍF leguni, sum nú ger seg til at fara úr Sarpugerði og inn um aftur Varmakeldueið.

Í yvirtíðini skoraði miðverjin Bartal Eliasen til 3-1. At ÍF vann við tveimum málum ber við sær, at ÍF og Víkingur bæði enda við 43 stigum, og at bæði liðini hava málmunin +9. ÍF endar frammanfyri Víking, tí fuglfirðingar hava skorað 50 mál, meðan Víkingur hevur skorað 44 mál.

 

-----------

 

 

45 min.

1-2: Uni R. Petersen 45.

eftir hornaspark.

Dygst frammanundan hevði Víkingur stóran møguleika, men ta ferðina bjargaði miðverjin Uni R. Petersen á strikuni!

 

------

 

35 min.

1-1: Hjartvardur Hansen 35.

Eftir hornaspark úr høgru var Hjartvardur Hansen fyrstur á og snittaði bóltin framvið Jákupi Mikkelsen í ÍF málinum.

 

-----

 

0-1: Bartal Eliasen br 20.

Eftir hornaspark og trunkaspæl peikaði dómarin á ellivu metra blettin, og miðverjin Bartal Eliasen smekkaði bóltin mitt í málið.

 

Víkingur-ÍF kl. 15

Dómari: Dagfinn Olsen

Víkingur: Marcin Dawid - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Erlig Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hjartvardur Hansen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu - Páll Klettskarð, Finnur Justinussen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Høgni Zachariasen - Nenad Saric, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Karl Løkin, Jan Ellingsgaard - Andy Olsen