21. min.: Frank Poulsen hevur lagt fuglfirðingar á odda við dundurskoti! Andy Olsen slapp til baklinjuna í høgru og sendi bóltin fyri føturnar á miðvallaranum. Úr 25 metra fjarstøðu smekkaði hann til. Dysturin hevur verið javnur higartil.
24. min.: Rógvi Jacobsen hevur økt til 2-0! Framherjin var fyrstur á bóltin eftir hornaspark, og hann stýrir bóltin upp í málhornið.
45. min.: Poul Ennigarð er útvístur. Hann fekk sítt seinna gula kort, tá hann púra óneyðugt rendi Pætur Dam Jacobsen um koll á hálvuni hjá EB/Streymi.
HÁLVLEIKUR.
55. min.: Rógvi Jacobsen hevur økt til 3-0 við einum fantastiskum máli! Framherjin hálvflúktaði, tá hann fekk bóltin frá Balasz Sinkó. Gudmund Nielsen loysir Levi Hansen av hjá EB/Streymi.
58. min.: Dánjal Davidsen sendur Dánjal á Lakjuni um koll í brotsteiginum, og Eiler Rasmussen, dómari, ivast ikki. Brotsspark til ÍF. Andy Olsen misnýtir úr ellivu metrum, tá hann sendir í tvørtræið.
85. min.: Alex José dos Santos hevur fingið reytt kort. Fyri løtu síðan sparkaði hann beinini undan mótstøðumanni, og nú hevur hann sagt eitt hvørt við Eiler Rasmussen, dómara, sum kostaði honum seinna gula kortið.
90+. min.: Arnbjørn Hansen er ósvikaliga tryggur, tá hann er einsamallur við málverjan.
LIÐUGT!
ÍF-EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Frank Poulsen, 20.
2-0: Rógvi Jacobsen, 24.
3-0: Rógvi Jacobsen