Føddur optimistur

Karsten Hansen vísir aftur tí, sum Føroya Lærarafelag førir fram um, at Fíggjarmálastýrið hevur nýtt páskafrítíðina sum taktiskt vápn. - Tey eru farin í verkfall og tey vistu, at páskirnar komu. Vit hava ikki lagt páskirnar, sigur Karsten Hansen

Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hevur góðar vónir um at finna eina loysn, nú samráðingar aftur eru byrjaðar millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag.

- Vónirnar eru góðar um at finna semju. Vit fara við opnum sinni til samráðingarborðið. Eg eri føddur optimistur og eg trúgvi uppá, at vit finna eina loysn.

Karsten Hansen viðgongur, at tað eisini lættir um, at Lærarafelagið gongur við til at tosa um ársverk, sum Fíggjarmálastýrið hevur strongt á at fáa við.

- Tað, at vit seta okkum saman, eftir so langan steðg, tað staðfestir álvaran í hesum. Eg vænti, at samráðingarfundurin kann gerast drúgvur, men tað ger einki og vit kunnu hava matpakka við, leggur Karsten skemtandi afturat.


Ongar páskaspekulatiónir

Karsten Hansen vísir aftur tí, sum Føroya Lærarafelag førir fram um, at Fíggjarmálastýrið hevur nýtt páskafrítíðina sum taktiskt vápn.

- Tey eru farin í verkfall og tey vistu, at páskirnar komu. Vit hava ikki lagt páskirnar. Vit bóðu um at halda áfram, tá steðgur kom í, men felagið segði nei. Síðani hava semingsmenn gingið ímilum fleiri ferðir, men vit hava verið til reiðar alla tíðina, vísir Karsten Hansen á.

- At siga, at vit spekulera í páskafrítíðini er burturvið. Eg vóni bert at fáa frið á páskum, tí tað fekk eg ikki í fjør og eisini vóni eg at fáa semju áðrenn, fyri allar partar og tryggleikan í tí. Sjálvsagt veit eg, at verður semja ikki fyrr enn 3. páskadag, so er tað bíligari fyri landskassan. Men fáa vit semju beinanveg, so fáa tey løn frá tí løtu skrivað verður undir og so gjalda vit páskirnar, sigur Karsten Hansen avgjørdur.


Ganga eftir leistinum

Karsten Hansen vil ikki tosa um smálutirnar í uppritinum hjá semingsmonnunum. Hann sigur, at semingsmenninir hava gjørt ein leist, ið Fíggjarmálastýrið hevur góðtikið, og nú verður arbeitt eftir hesum.

- Vit fara til samráðingarborðið við vón um semju. Nú hava vit roynt nógvar samráðingar og mangan hevur sæð svart út, men tað er altíð endað við semju og soleiðis verður óivað eisini nú. Tað trúgvi eg uppá, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.