Seinastu trý árini hevur Jón Pauli Olsen staðið á odda sum venjari fyri F.C. Suðuroy. Í dag boðar F.C. Suðuroy frá, at samstarvið heldur fram, tí báðir partar hava verið sera væl nøgdir við samstarvið.
- Okur í F.C. Suðuroy eru sera fegin um, at nýggj trý-ára avtala er gjørd við Jón Paula, og okur fara hesi komandi árini at lyfta ungdómsfótbóltin í felagnum upp á eitt enn hægri støði, sigur formaðurin í felagnum, Julius Vest Joensen í fráboðan í kvøld.
Jón Pauli varð kosin til ársins venjara, tá Venjarafelagið valdi ársins ungdómsvenjara í 2019.
Formaðurin vísir á, at tey hava sett á stovn Fótbóltsakademi Føroya.
- Akademiið riggar sera væl, har okur út yvir allar venjingar eru við at uppbyggja ein øvilsisbanka við venjingum, tað sama eru okur eisini í holt við at gera í F.C. Suðuroy. Okur hava eisini byrjað skúlafótbólt, sum er eitt tiltak fyri allar skúlanæmingar í Føroyum og hetta hevur riggað sera væl.