Fá bleytari hendur

Turr luft innandura og kaldur vindur uttandura gera, at hendurnar hava tað torført hesa ársins tíð. Við at nýta handskar og smyrja hendurnar inn ber til at betra um støðuna

Sjey tipp til bleytari hendur


1. Vaska upp við uppvaskihandskum. Vatnið dregur natúrligu vætuna úr hondunum.


2. Vaska tær við einari mildari sápu. Ph-virðið um 7 er nær okkara natúrliga ph-virði.


3. Nógv andlitskrem hava sólfaktor í sær, tí andlitið er so nógv útsett fyri sól. Tað, ið nógv gloyma, er, at hendirnar eru minst líka nógv útsettar og blíva tí óneyðuga rukkutar. Nýt tí eisini krem við sólfaktor til hendurnar.


4. Nýt ikki ov heitt vatn í brúsuni. Tess heitari vatnið er, tess meira av tínum natúrligu oljum missur húðin.


5. Lat teg í handskar ella vøttir, tá ið tú er uttandura um veturin. Um tú arbeiður í urtagarðinum, nýt arbeiðshandskar.


6. Smyr eitt tjúkt lag av handkremi á hendurnar og lat teg í einar bumullshandskar. Tað er gott fyri hendurnar. Summi gera eisini tað, at tey taka eitt sindur av andlitsmasku og smyrja á hendurnar, tá tey allíkavæl sita við masku á andlitinum.


7. Olivenolja er góð fyri hendurnar. Gamalt er, at man hitar olju (bara til hon er lunkað) og smyr á hendurnar. Letur hendurnar í plastikkposar og bummullshandskar omaná. Síðani skal man sova við hesum á. Tey, sum hava roynt hetta siga, at hendurnar eru sum nýggjar.