Mansflogbóltur
Hóast bara ávikavist trý og fýra umfør eru spæld, er eingin ivi um, at ÍF er greiðasti favoritturin í kappingini í ár. Hetta staðfestu fuglfirðingar eisini leygardagin í útidystinum móti Fram.
Í fyrsta settinum megnaði Fram at fylgja fuglfirðingum og var enntá á odda, men í avgerandi løtuni hevði ÍF fleiri streingir at spæla uppá og vann 25-22.
Tað var serliga móti endanum á fyrsta setti, at Fram byrjaði at fáa trupulleikar og fór at gera feilir, og tann gongdin vildi als ikki venda í øðrum setti, tá Fram var púrasta fyri ongum.
ÍF spældi hinvegin trygt og væl, og í hesum settinum kundu gestirnir úr Fuglafirði mestsum gera, sum teimum lysti.
Samstundis sum Fram svam í feilum, bar so at siga alt til hjá ÍF, og 25-13 var júst í tráð við, hvussu hetta settið háttaði seg.
Í triðja setti kom Fram meira við aftur, men kortini rakk tað ikki til meira enn mest spennandi settið í dystinum. ÍF vann tað 25-23, og tað var kanska ein avspegling av, at ÍF hevur breiddina til at avgera í røttu løtuni.
Liðið hevur øgiliga styrki í álopsspælinum, sum er mest avgerandi dygdin hjá liðnum. Og tá eingir eyðsýndir veikleikar tykjast vera, er ið hvussu er enn ringt at ímynda sær, hvør skal koppa fuglfirðingum, sum enn hvørki hava tapt sett ella dyst.
Dysturin var kanska ikki tann allarbesti, og bæði lið hava víst betri spæl, enn tey gjørdu leygardagin. Men rætta vinnaran var ongantíð nakar ivi um.










