ÍF ballið liðugt

ÍF hevur nú tapt fimm dystir á rað

Fyrsta partin av kappingini var tað ÍF, sum vísti besta fótbóltsundirhaldið. Eftir 4-0 stórtap í Gundadali ímóti B36 í fyrsta umfari vístu teir fín avrik. Tíverri fyri fuglfirðingar stóð úrtøkan ikki altíð mát við avrikini. ÍF Vann heimadystin ímóti Skála og útidystin ímóti Víkingi 1-0, og í heimadystinum ímóti KÍ (2-2) og í nógv umrødda útidystinum ímóti NSÍ (3-2 til NSÍ) vóru teir óhepnir.

Eftir 3-1 heimasigurin á B71 hevur ÍF spælt fimm dystir, uttan at tað hevur eydnast at fingið stig burturúr, og nú er ÍF triði aftast og tvey stig frá niðurflytingarplássi.

Sunnudagin skal ÍF spæla í Gundadali ímóti B36, har setningurin verður at venda óhepnu gongdini og at megna betri úrslit enn í fyrsta umfari.