Heilt síðani lutakastið til HM-undanspælið var í vetur, hevur áhugin fyri heimadystin ímóti Fraklandi verið ovurhonds stórur. Øll vilja síggja fronsku stjørnurnar á Tórsvølli, og nú eru atgongumerkini við at ganga undan.
Ikki nógvir franskir áskoðarar
Aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Ísak Mikladal, sigur, at tað eru bara heilt fá atgongumerkir eftir til dystin ímóti Fraklandi. Síðani forsølan byrjaði hevur stórur gravgangur verið eftir atgongumerkunum, og Ísak Mikladal sigur, at er tað nakar, ið ætlar sær til dyst, men sum einki atgongumerki hevur, so noyðist viðkomandi at gera skjótt av.
Hinvegin er ikki væntandi, at tað verða nógvir franskir áskoðarar til dystin. Aðalskrivarin í FSF sigur, at teir ikki enn hava fingið nakað endaligt tal frá franska fótbóltssambandinum, men hann hevur fingið at vita, at føroyingar ikki skulu vænta nógvar gestir úr Fraklandi. Tó leggur Ísak Mikladal afturat, at tað allarhelst verða latin eini 300 til 400 atgongurmerkir til Fraklands.