2006 var eitt gott ár hjá trygdini í altjóða flogferðslu og tað besta tey seinastu 43 árini. 156 flogfør duttu niður í fjør ella 22 færri enn árið fyri. Flogvanlukkurnar í fjør kostaðu 1.292 mannalív. Tað var 11 prosent færri enn í 2005 og svaraði til meðaltalið tey seinastu tíggju árini. Norðuramerika var tann heimsparturin, sum varð meinast raktur av flogvanlukkum í fjør, tí ein triðingur av øllum vanlukkunum vóru har. Tann ringasta vanlukkan var í Ukraina í august, tá 170 fólk lótu lív.