Fáar men harðar venjingar

Brian Kerr, landsliðsvenjari, leggur dent á, at leikararnir skulu hvíla nógv. Tí er talan um fáar, men harðar venjingar

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Sunnukvøldið vandu leikararnir so at siga ikki. Teir fóru ein túr niðan á venjingarvøllin og á stadion, bara fyri at loysa upp. Mánadagin var bert talan um eina venjing, og tað sama ger seg galdandi í dag, tí tað verður bara vant einaferð – nevniliga á Ceahl?ul Stadium, leikvøllinum, har dysturin móti Rumenia skal avgreiðast mikukvøldið.
Eitt tilvitað val frá Brian Kerr, landsliðsvenjara, sum hevur lagt dent á, at leikararnir skulu hvíla nógv, soleiðis at teir eru so væl fyri sum gjørligt í annaðkvøld, eftir at hava runnið aftaná franskmonnum í góðan hálvanannan tíma leygarkvøldið.
Tí var bara talan um eina, men rættiliga harða og intensa venjing í gjár. Pulsurin skal upp og so verður taktiski parturin tikin seinni – millum annað við videofundum.
Mikumorgunin verður helst talan um eina lætta venjing, har fokus verður lagt á standardstøður, men hetta er ikki avgjørt enn.
Um tað so er fer henda venjing fram á venjingarvøllinum, sum liggur beint við Ceahl?ul Stadium, ið einans liggur tíggju minuttir til gongu frá hotellinum, har føroyska landsliðið heldur til.