Kvinnur hava eftir øllum at døma ilt við at vinna sær upp á ovastu rók í danska fíggjarheiminum, tí tað eru næstan bara menn, sum stýra teimum donsku bankunum. Tað skrivar blaðið Jyllands-Posten.
Blaðið hevur kannað stjórnirnar í teimum størstu 30 bankunum, og uppgerðin vísir, at har eru 94 menn og ein kvinna. Tann einsamalla stjórakvinnan er Karen Frøsig, sum fyri stuttum bleiv tilnevnd forstjóri í Sydbank.
Jyllands-Posten vísir á, at bankunum nýtist ikki at leita leingi eftir kvinnum til leiðarastørvini, tí 52 prosent av starvsfólkunum í bankunum eru kvinnur.