Tað er als ikki nakað at reypa av, tá ið fáar fráboðanir eru til barnaverndina í einum øki. Fráboðanirnar eru fáar, har fáir heilsufrøðingar eru í primeru tænastuni Í gjár bórust tíðindi um, at serliga nógvar fráboðanir vóru til barnaverndina i Suðuroynni og fægst til barnaverndirnar í Eysturoynni.
Væl virkandi NSR-tænastan fekk æruna av, at so fáar fráboðanir vóru í Eysturoynni.
Men soleiðis tulkar Bjarta Vilhelm, leiðari í Gigni, sum er heilsufrøði til børn og ung, ikki tølini.
- Gigni kann staðfesta, at talið av fráboðanum/ávísingum m.a. til barnavernd er proportoionalt við talið av heilsufrøðingum í ymsu kommunum, sigur Bjarta Vilhelm.
Hon leggur aftrat, at júst Eysturoyggin er illa fyri við heilsufrøðingum. Ein orsøk til tað er farloyvi, ein onnur sparitíðir.