Fáar broytingar í partafelagsskránni

Einans fýra broytingar eru gjørdar í partafelagsskránni seinastu vikuna sambært Business Line. Kortini eru trý teirra nýggj partafeløg, sum eru stovnað.

 

HD Electric á Toftum, FD Electric á Saltangará og Njord í Havn hava saman stovnaði smápartafelagið Njord Service. Tað eru stjórarnir í teimum trimum feløgunum, Hans Arne Davidsen, Fróði Davidsen og Arni Holm Carlsen, sum sita í nevndini og sístnevndi er eisini stjóri í nýggja felagnum. Endamálið við felagnum er at reka handverk, handil og annað í hesum sambandi.

 

Halla Úlvsdóttir við Høgadalsá hevur stovnað egið íverksetarafelag, ÍVF Tannkrókur, sum skal reka alt vanligt tannlæknavirksemi.

 

Helge Erland av Teigum hevur stovnað smápartafelagið AG13, sum skal fáast við útleiguvirksemi.

 

Broytingarnar eru at síggja her.