Tá Rás2 á middegi í dag skifti orð við løgreglumannin, Kristian Dahl, um afturmeldingar, nú leitað verður eftir tí 42 ára gamla, Dánjal Peturi Hansen, vanliga róptur Piddi, í Saltangará, var ikki nógv nýtt at frætta.
- Vit hava eftirlýst mannin um miðlarnar, men hava fingið ógvuliga fáar afturmeldingar frá fólki, sum vita nakað um Pidda at siga.
Kristian Dahl segði, at bjargingarfeløg eru ikki komin upp í leitingararbeiði, tí ógvuliga trupult er at skipa leitingararbeiði, so leingi eingin veit um nakað at siga.
- Men fleiri løgreglufólk og hundar eru við í leitingini, bæði í Eysturoy og Norðoyggjum, legði hann aftrat.
Løgreglumaðurin segði, at nú verður neyvari kannað, um Dánjal Petur Hansen hevur brúkt telefon ella bankar seinastu dagarnar.
- Eg kann í løtuni ikki úttala meg um hetta, segði Kristian Dahl.
Løgreglumaðurin segði, at hóast nakrir dagar nú eru gingnir, síðan nakar við vissu hevur havt samband við - ella hevur sæð - Dánjal Petur Hansen, verður framvegis vónað, at hann kemur aftur í øllum góðum.










