F&TPS við nýggjari fløgu í dag

Fløgan hjá Fróða & The Pink Slips kemur á gøturnar í dag, og tí verður útgávutiltak í havnargøtum, í Tutl á Káta horninum. Fróði og manning hansara hava leingi lokkað við brellbitum av ymsum slagi á Facebook, men nú er bíðitíðin av og í hesum sambandi fer bólkurin at spæla nøkur løg í Tutl.

 

The Mouse, sum fløgan rópast, er tikin upp í Lundgaard studios. Óli Poulsen hevur framleitt, miksað og mastrað, og sum ikki einaferð er tað Bárður Dal Christiansen, sum hevur gjørt fløguhúsan.

 

Sí annars brellbitan niðanfyri, og meiri um útgávutiltakið sæst her:

www.facebook.com/events/339669262782247