Nógv tíðindi koma hvønn dag og her er eitt stutt yvirlit yvir tær mest lisnu greinarnar á in.fo í gjár.
Fleiri greinar í gjár snúði seg um støðuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har 40% av ljósmøðrunum - tað er 7 ljósmøður - nú eru sjúkrameldaðar. Landssjúkrahúsið og lønardeildin vilja hava Fasta gerðarættin at døma tær aftur til arbeiðis. Her eru nakrar greinar um evnið:
Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum eru sjúkrameldaðar
LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis
Jarðarmøður: Ikki nóg trygt hjá barnakonum
Barnakona: Kenni meg sera ótrygga á Landssjúkrahúsinum
Afturum kreppuna á LSH: Jarðarmøðurnar kærdu viðurskiftini í apríl
Føroyar ikki fjarskotna leingi aftrat
Talið av ferðafólki, sum velja at ferðast til Føroya er vaksandi. Ferðafólk í dag vilja í størri mun vitja sjáldsom og ókend støð, sum hava okkurt serstakt at bjóða: Sum til dømis Føroyar.
Bill McLeod Jacobsen hevur í morgun tikið prógv sum UEFA Pro-venjari. Hann er bert annar føroyski venjarin, ið tekur hægstu europeisku venjaraútbúgvingina. Hin er Jógvan Martin Olsen.
Fleiri greinar vóru eisini um støðuna hjá Slættaberg og Næraberg, sum nú missa loyvini. Her eru nakrar teirra.
Næraberg og Slættaberg missa loyvini
Vørn: Vit gjørdu eftir harraboðum
Skorheim vil hava frið fyri Havnini
- Komandi vetur fara umleið 100 næmingar at ganga á tøknibreyt á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevur kunnað bygt upp hetta væl virkandi miðnámstilboð, júst tí at alt landið er upptøkuøki. Landskassin hevur gjørt íløgur fyri tíggjutals milliónir í hesar karmar, ið svara ógvuliga væl til samlaða næmingargrundarlagið í landinum, og tí er tað burturvið og ógvuliga hugstoytt at frætta, at nú vilja kreftir í miðstaðarøkinum skapa eina óneyðuga og útreiðsluskapandi dupultfunktión við eisini at bjóða júst sama undirvísingartilboð har, sigur Jógvan Skorheim í dag í lesarabrævið.
Poul Michelsen skrivar, at við uttanríkispolitisku lógini hava Føroyar avmarkað rættindi at gera altjóðarættarligar avtalur. Men lógin hevur frá fyrsta degi verið ein spennitroyggja, sum forðar fyri, at vit fáa útint okkara uttanríkispolitisku ætlan eftir egnum tørvi. Vit eru tí á einum uttanríkispolitiskum vegamóti við fleiri avbjóðingum.
Halda fast um ætlanina at leggja grótið á Sundi
Avgerðin hjá Tórshavnar Býráði um at leggja grótið, sum kemur úr Eysturoyartunlinum, stendur við.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Óluvá: Tað hevur verið rættiliga strævið
Óluva Klettskarð, sum býr í Klaksvík, situr á løgtingi fyri Tjóðveldi, og hon hevur seinastu tíðina verið partur av semjum um samkynd hjúnaband og fiskivinnunýskipanina hjá landsstýrinum. Hon er í andsøgn við ráðandi meiningarnar í Norðoyggjum, har mótstøðan ímóti fiskivinnunýskipanini er stór, og har samkynda hjúnabandið sambært meiningakanningum hevur minst undirtøku av øllum økjum í landinum.
Enn er vandi: Fólk skulu halda seg burtur
Støðan í Tvøroyri eftir ógvusliga eldin, sum kyknaði fríggjamorgunin er óbroytt. - Enn er økið avbyrgt, tí vandi er fyri, at tak, veggir og lutir annars rapa, sigur Jens Vang, løgreglumaður á Tvøroyri.
Sirið Stenberg skal steðga býráðnum í Havn
Kaldbaksfólk vilja nú hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, at steðga ætlanini hjá Tórshavnar Býráði at leggja grótið úr Eysturoyartunlinum inni á Sundi við tí endamáli at gera eitt ídnaðarøki har.