Fá alt við: Hetta hendi í gjár

Nú kemur yogalærarin aftur til Føroya

Danski myndugleikar hava givið Praveen Satthi loyvi til at koma aftur til Føroya. Tað var fyrr í ár, at løgreglan bankaði á dyrnar á yogastaðnum í býnum í Havn við boðum um, at yogalærarin skuldi úr Føroyum sum skjótast.

 

 

Ferðsluóhapp í Mjørkadali í nátt

Eitt ferðsluóhapp var í Mjørkadali í síðstu nátt. Tveir ungir mans høvdu koyrt útav vegnum. Eingin persónsskaði stóðst av tilburðinum, men báðir menninir vórðu ov ungir at koyra, eins og teir eisini vórðu ávirkaði av rúsdrekka.

 

 

 

 

Føroyingar á ferð mugu ansa sær

Tað eru nógvir føroyingar, sum vitja í Spania og Portugal hesa ársins tíð. Soleiðis er ivaleyst eisini í ár, men ert tú ein teirra, sum er ávegis til eitt av hesum londum seinni í vikuni, so ræður um at ansa sær. 

Tí veðurforsøgnir siga, at hitin seinni í vikuni í Suðurspania og í pørtum av Portugal kann enda uppi á heili 47 stigum.

 

 

 

 

 

Gjørdi seg inn á stjúkabbadóttrina 

Ein 66 ára gamal maður varð í gjár dømdir fyri blygnaðarskemd móti stjúkabbadóttir síni.

Hendingarnar fóru fram fyri nøkrum árum síðani, tá gentan var 11 til 13 ára gomul.

 

 

 

 

Andstøðan: Nú vilja vit hava kanningarstjóra

- Undirritaðu løgtingslimir vilja við hesum, við tilvísing til § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, heita á løgtingsformannin um beinanvegin seta ein kanningarstjóra at kanna, um landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í samband við flyting av veiðuloyvum.

 

 

 

Bogi Bech Jensen kærdur til landsstýrið

Sjey fólk hava undirskrivað kæruna til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum , sum er dagfest 23. juni í ár. Tað eru fólk, sum starvast í Glasi, sum hava kært, sigur Kringvarpið í dag. Kæran telur 16 síður, og er býtt upp í 11 punkt. 

 

 

 

 

 

Kjak: Hetta siga fólk um at flyta Nólsoyar Páll

Skal Nólsoyar Páll flytast ella skal hann vera standandi í Vágsbotni? Tað er spurningurin, sum føroyingar av álvara eru farnir at kjakast um, síðani in.fo í fyrradagin skrivaði, at ein býráðslimur í Havn heldur tað vera skilagott at flyta standmyndina. Sí brot úr kjakinum við at trýsta á hesa grein. 

 

 

 

 

Sí myndirnar: Soleiðis sær Varðin Pelagic út í dag

Roykurin hevur lagt seg, og virksemi hómast nú aftur á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri. Fyri einari viku síðan byrjaði stóra arbeiðið at rudda burtur tað, sum eftir er av framleiðsluhøllini hjá Varðanum Pelagic.  Sí myndirnar her

 

 

 

 

 

Stríðið á føðideildini: Nú bakkar leiðslan

- Sum sjúkrahússtjóri má eg bara ásanna, at vit ikki hava megnað at verkseta ætlaða leiðslubygnaðin á føðiøkinum av givnum orsøkum. Ongin orsøk er til at treiskast og halda fast um ætlaðu royndartíðina, tá vit ikki veruliga fáa roynt skipanina. Vit hava ein stóran hóp av dugnaligum starvsfólkum innan føðiøkið, sum veruliga ynskja at røkja hvør sína uppgávu til fulnar barnakonunum og nýføðingunum í Føroyum at frama. Okkara leiðsluuppgáva er tí nú at skapa fysisku og organisatorisku fortreytirnar fyri, at Føðideildin fæst at rigga aftur, sigur Johnny í Grótinum í skrivi. 

 

 

 

 

Sí myndirnar: Soleiðis kundi Nólsoyar Páll eisini staðið

Síðani in.fo fyrradagin skrivaði um, at ein býráðslimur í Havn heldur tað verða frægast at flyta standmyndin av Nólsoyar Páll úr Vágsbotni, hava mangir lesarar havt kreativ boð upp á, hvar standmyndin so skal fara. 
Álvur Haraldsen, myndamaður á Sosialinum, hevur visualiserað nøkur av uppskotunum, sum hava verið nevnd í kjakinum.

 

 

 

- Eg fór í hernað við krabban

Les søguna um Guttorm Sørensen, sum fór í hernað við krabbamein.