FLOGBÓLTUR
Fleyr og ÍF hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir í grundspælinum, og í báðum førum vann ÍF tryggan sigur. Undan dystinum lógu fuglfirðingarnir eisini á øðrum plássi við 9 stigum, meðan Fleyr lá á fjórða plássi við 4 stigum, og tí var ÍF greiður favorittur undan dystinum millum liðini bæði í meistaradeildini hjá monnum leygardagin.
ÍF fekk flúgvandi byrjan
Menninir hjá ÍF livdu eisini upp til rolluna sum favorittar í fyrsta setti. Teir løgdu hart út og vunnu sær eisini eina leiðslu tíðliga í settinum. Út á settið gjørdist greitt, at ÍF fór at vera oman á í fyrsta setti, og at enda megnaðu fulgfirðingarnir eisini at vinna hetta rættiliga trygt, 25-18. Her var eingin sum helst ivi um, at ÍF var betra liðið.
Í øðrum setti helt ÍF fram, har teir høvdu slept í fyrsta. Enn einaferð løgdu teir hart út, og Fleyr kom sum so slett ikki við í dystin í hesum báðum fyrstu settunum. ÍF setti seg eisini á dystin frá byrjan av øðrum setti, og sum hetta settið leið, øktist munurin bara millum liðini. At enda megnaði ÍF eisini at vinna annað sett rættiliga trygt, 25-27, og nú sá ikki gott út hjá Fleyr, sum skuldi vinna restina av settunum fyri at hava nakran møguleika at vinna dystin.
Fleyr vildi spæla við
Í triðja setti tóktust leikararnir hjá Fleyr at vera heldur meir uppsettir. Teir vóru nógv betri við í hesum settinum, og út á settið sást týðiliga, at her fór Fleyr at vera oman á. Tað eydnaðist eisini hjá teimum at vinna 25-20, so nú var dysturin aftur púra opin.
ÍF endurvann oddasessin
Í fjórða setti var gongdin tó aftur vend. Nú vóru leikararnir hjá ÍF aftur nógv meir klárir til uppgávurnar á vøllinum, og teir fingu eisini betur fatur á Fleyr í hesum settinum. Fleyr royndi tó at hanga í av øllum alvi, men at enda gjørdust teir tó ov stuttir. ÍF vann eisini fjórða settið, 25-21, og sostatt vann liðið úr Fuglafirði dystin 3-1.
Við sigrinum hevur ÍF endurvunnið oddasessin frá Mjølni, sum hevur havt hann til láns síðani sigurin á SÍ mikukvøldið. Munurin á ÍF og Mjølni er tó bert tað eina stigið, og meistaraheitið tykist skulu avgerðast ímillum hesi bæði liðini.