Í døgunum 12-22. oktober 2017 fáa føroysku Lions klubbarnir vitjan av DG Ole Rubach. DG stendur fyri "distrikts gouvernør", og er Ole Rubach ovasti leiðari fyri danska Lions-økið, sum Føroyar eisini eru partur av.
Endamálið við vitjanini er at styrkja Lions arbeiðið í økinum.
Í Føroyum eru seks Lions-klubbar, sum hvør sær savnar pening við at fyriskipa ymisk tiltøk. Felagsskapurin hevur tann málsetning, at innsavnaður peningur óskerdur verður latin til vælgerandi endamál.
Umframt at lata stuðul í nærumhvørvinum, samarbeiða føroysku klubbarnir eisini um átøk, sum fevna um alt landið, eins og teir hjálpa til í samband við neyðhjálpararbeiði uttanlands.
Vitjanin hjá DG byrjar í Vágum. Síðan verður farið til klubbarnar í Suðuroy, Eysturoy, Sandoy, og endar hann vitjanina hjá Lions Tórshavn og Lions Liljan í Havn.