So svørt er myndin kortini ikki. Kringvarpið hevur sína søgu. Men tað kann ikki passa, at Kringvarpið ikki kann rekast 10 prosent bíligari. Sjálvandi ber tað til. Dimmalætting hevur eisini sína søgu, har tey ikki hava megnað at tillaga seg.
Støðan hjá okkum í Miðlahúsinum er tann, at vit ynskja okkum at sleppa at kappast frítt um lýsingarpengarnar. Vit halda tað vera púra skeivt, at ein skattainnkrevji sum Kringvarpið skal kappast við okkum um lýsingar.
– Droppið tí alt tos um miðlagrunn, har almenn nevnd skal gera av, hvar lýsingarinntøkurnar fara. Latið teir privatu miðlarnar eiga lýsingarnar í frið, so skulu vit nokk klára okkum!