Fáa vápn úr Iran

George Cadey, sum er ovasti fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Irak, vil vera við, at shiamuslimskir uppreistrarmenn fáa vápn úr grannalandinum Iran. Hann leggur eisini iransku fregnartænastuna undir at venja uppreistrarmenninar í venjingarlegum í Iran og Libanon.

-Vit eru rættiliga vísir í, at iranar lata uppreistrarmonnunum vápn, heimagjørdar bumbur og tøkni av ymsum slagi, segði George Casey á einum tíðindafundi í gjár. Hann viðgekk kortini, at USA hevur eingi prógv fyri, at uppreistrarmenninir veruliga fáa stuðul úr Iran.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at USA leggur Iran undir at hjálpa teimum shiamuslimsku uppreistrarmonnunum í Irak. Iranska stjórnin vísir skuldsetingunum aftur og sigur, at skuldsetingarnar eru bara ein liður í amerikonsku útspillingini, nú londini stríðast um ta iransku kjarnorkuætlanina.