Fáa væntandi longda varðhaldsfongsling

Tveir menn, sum báðir eru skuldsettir fyri at hava smuglað og selt rúsevni, komu hósdagin fyri í Føroya Rætti. Tveir aðrir hava játtað seg sekar og góðtaka, at varðhaldsfongslingin verður longd uttan rættarfund

Hósdagin klokkan 13 komu tveir menn, sum eru 27 og 35 ára gamlir, fyri Føroya Rætt. Teir eru skuldsettir fyri at hava smuglað og selt stórar mongdir av ólógligum rúsandi evnum. Teir vórðu tiknir 16. januar og hava sitið avbyrgdir síðani.
Ákærin sigur, at hon fer at krevja varðhaldsfongslingina longda í fýra vikur, har teir skulu sita avbyrgdir fyri ikki at hava møguleika at ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni í fongslinum og uttanfyri.
Væntandi fer dómarin at ganga kravinum hjá ákæranum á møti og leingja varðhaldsfongslingina í fýra vikur. Orsøkin til tað er, at málið er so álvarsamt, og nøgdirnar av rúsevnum eru so stórar.
Tann 17. januar vórðu fýra menn varðhaldsfongslaðir í fýra vikur eftir umfatandi húsarannsóknir hjá løgregluni. Tveir teirra hava játtað seg sekar í teimum flestu skuldsetingunum, og teir hava báðir góðtikið, at varðhaldsfongslingin verður longd uttan rættarfund. Teir verða tí ikki framstillaðir, hóast freistin fyri varðhaldsfongslingini er úti.
Málini um hesar báðar, sum hava játtað seg sekar, koma væntandi fyri í Føroya Rætti í komandi viku. Ákærin fer aftur tá at biðja um rættarfund fyri afturlatnum hurðum, tí kanningararbeiðið hjá løgregluni ikki er liðugt.
Orsøkin til at hesir báðir menninir, sum eru 29 og 33 ára gamlir, koma fyri rættin longu nú er, at teir hava játtað seg sekar. Kanningararbeiðið tekur altíð longri tíð, um teir skuldsettu ikki játta.