Topaz
Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Bjarti Mohr, reiðari í gjár, at hann bíðar eftir peningi, sum hann hevur til góðar hjá einum statsreiðaríi fyri sølu av skipinum, Glen Rose.
- Avtalan fevnir um 10 miljónir krónur, men enn er eingin peningur komin, sigur hann, og tí hevur likviditet til at gjalda manningini umborð á Topaz sína hýru í løtuni.
Bjarti Mohr vísir á, at hann í februar í ár gjørdi sáttmála við eitt statsreiðarí, og henda avtalan skuldi innfríast í apríl í ár.
- Men enn hevur reiðaríið ikki goldið okkum peningin, og tí havi eg ikki megnað at hildið mínar skyldur mótvegis monnunum, sum eru umborð á Topaz.
Reiðarin sigur, at hann gjørdi avtaluna við reiðaríið í reinum sinni – og í góðari trúgv.
- Hetta gjørdi eg, tí trupulleikar plaga ikki at vera við statsreiðaríum. Men nú hava teir lovað at komið við einari bankatrygd.
Bjarti Mohr sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at sjómenninir við Topaz hava fingið tað, sum svarar til forskotið, sum teir eru vanir at fáa við russiskum skipum.
- Eg vóni, at bankatrygdin kemur innan fyri eina viku, so sjómenninir kunnu fáa sítt. Gongur tað ikki, noyðist eg at finna alternativar loysnir, sigur reiðarin.