Fáa væl minni fyri makrelin

Íslendsku virkini vænta sær ikki so nógv fyri tann heilfrysta makrelin í ár sum seinasta summar. Stjórin á Vinnslustöðini í Vestmannaoyggjunum, Sigurgeir Brynjar Kristgeirsson, sigur við Morgunblaðið, at prísurin verður helst upp ímóti 20 prosentum lægri í útlendskum gjaldoyra.

Í fjør hækkaði prísurin á heilfrystum makreli nógv samanborið við prísin í 2010, og íslendingar útfluttu í fjør makrelvørur fyri 25 milliardir íslendskar krónur. Men stjórin í Vestmannaoyggjunum sigur, at keypiorkan er minkað nógvastaðni, og harafturat eru útlendskir bankar meiri varðnir nú.

Íslendska havrannsóknarskipið Árni Friðriksson hevur gjørt makrelkanningar tær seinastu vikurnar. Kanningarnar eru ikki lidnar, men fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson, sum stendur fyri kanningunum, sigur við Morgunblaðið, at tað er einki, sum bendir á, at makrelurin háttar sær ørvísið í ár enn tey bæði seinastu árini.