- Vit hava fiskað 1100 kassar av havtasku higartil í ár, og tað er væl meiri enn somu tíð undanfarnu árini.
Tað sigur Aksel Dahl Olsen, skipari á trolbátinum Búgvanum, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Hann vísir á, at nøgdin av havtasku hevur verið so mikið góð higartil í ár, at úrslitið er brúkiligt, tó at prísurin á havtasku mangan hevur verið betri.
Fyrst í hesi vikuni fór Búgvin aftur til fiskiskap. Teir hava roynt norðan fyri eftir toski, men fiskiskapurin var so mikið smáligur, at teir nú eru aftur á havtaskuveiði á Skeivabanka.
Fýra mans eru við Búgvanum, sum er heimahoyrandi í Leirvík.









