Fáa væl av sild

Finnur Fríði landar sild í Skagen, Tróndur í Gøtu skal landa í Føroyum, og Jupiter er á veg til Noregs at landa Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava partrolað í norskum sjógvi, og væl hevur borið til.

Finnur Fríði fekk 800 tons av sild, og teir byrjaðu at landa í Skagen í morgun. Tróndur í Gøtu er á veg til Kollafjarðar við 500 tonsum, sum verða landað í morgin.

Jupiter, sum plagar at partrola við Finni Fríða ella Tróndi í Gøtu, hevur nú roynt eftir sild við nót, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.

Teir kastaðu tríggjar ferðir og fingu 270 tons, og sildin er 377 gram í miðal. Enn er ikki avgjørt, hvar teir skulu landa, men væntandi verður tað í Selje. Teir verða inni í kvøld.