Fáa væl av lakssild

Íslendsk uppisjóvarskip hava fiskað góð 10.000 tons av fiskaslagnum lakssild í vetur. Skipini landa fiskin til ídnað, og Morgunblaðið skrivar, at tað hevur gingið væl at arbeiða fiskin. Roynt verður at fáa sum mest av vætu úr fiskinum, áðrenn hann verður virkaðu til mjøl, og tað ger, at mjølið verður ikki so salt, skrivar blaðið. Lakssild er fiskur, sum livir í øllum heimshøvunum burtursæð frá teimum kaldastu. Lakssild verður í mesta lagi níggju centimetrar langur. Føroyska skipið Finnur fríði landaði góð 200 tons av lakssild í Fuglæafirði í fjør, og tá varð myndin her á síðuni tikin.