Fáa uppí 3 kr. minni fyri toskin í Klaksvík

Á Uppboðssøluni í Klaksvík hava teir veitt eina eyka tænastu fyri útflytarar, nú
verkfall er.
- Hetta hevur verið við til at hildið prísunum uppi, sigur Kristian Fríðrik Olsen, leiðari.

Fiskivinna
Vilmund Jacobsen

Tað er rætt, sum sagt hevur verið av útróðrarmonnum í Klaksvík, at fiskaprísirnir á Uppboðssøluni har norðuri einstakar dagar hava verið væl lægri enn á Uppboðssøluni á Toftum. Orsøkin er, at eingin fiskur verður fluttur um Leirvíksfjørð, nú verkfall er, og tí eru færri keyparar til fiskin enn vanligt.
Í so máta er Klaksvíkin við ongum farmaflutningi meira avbyrgd enn meginøkið annars.
Kristian Fríðrik Olsen, leiðari, sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl at hildið prísunum uppi og á sama støði sum á Toftum, men einstakar dagar hevur munurin á toskinum verið upp í einar 3 krónur fyri kilo.
- Eg vil siga, at prísirnir hava verið á góðari leið ? undantikð nakrar ávísar dagar, og teir hava sum heild verið væl betri enn fyrr í vár. Ikki minst prísurin á toski.


Færri keyparar

Kristian Fríðrik vísir á, at Kósin hevur havt nógvan fisk í seinastuni, tí nógvur fiskur er komin uppá land í Klaksvík.
- Hetta hevur ført til, at áhugin fyri útróðrarfiskinum hevur verið minni, og tað
hevur eisini ávirkað fiskaprísin á gólvinum, har útróðrarfiskurin verður seldur.
Spurdur, hvørjir keypararnir í Norðoyggjum eru, sigur Kristian Fríðrik, at tað í fyrsta lagi er Kósin, Sammut, Pure Water, Norðfra í Hvannasundi og Norðurfisk í Árnafirði.
- Vit hava eisini útflytarar, sum keypa fisk her norðuri og senda hann feskan og
ísaðan av landinum, men hesir eru meira skerdir, nú eingin flutningur er millum oyggjarnar.
Á uppboðssøluni í Klaksvík hava teir í seinastuni veitt eina eyka tænastu fyri
útflytarar, og hetta hevur verið gjørt fyri at halda prísunum uppi.
- Vit hava koyrt fisk, sum útflytarar úr øðrum økjum í landinum hava keypt, í bingjur, sum síðan eru sendar av landinum. Hetta hava vit ikki stundir at gera vanliga, men hava veitt hesa tænastu, nú minni fiskur er farin um uppboðssøluna og nakað minni hevur verið at gjørt á Uppboðssøluni enn vanligt.
Kristian Fríðrik sigur, at tað serliga er fiskurin hjá trolbátunum og hýsan hjá línu-og útróðrarbátunum, sum er farin av landinum seinastu tíðina.
- Toskurin hevur sum sagt havt væl betri prís í seinastuni enn fyrr í vár, meðan trupult hevur verið at fingið hampiligan prís fyri smáu hýsuna. Teir, sum keypa fisk til útflutnings, hava lyft prísin á smáu hýsuni uppeftir, sigur hann.


Eingin fiskur
stendur eftir

Leiðarin á uppboðssøluni í Klaksvík vísir á, at tað er ikki, fyrr enn trot er á fiski, at tú sært, hvør veruligi fiskaprísurin er.
- Og trot hevur ikki verið á fiski í longri tíð,sigur hann.
Kristian Fríðrik sigur, at Uppboðssølan í Klaksvík eisini hevur verið rakt av troti á íløtum, kørum og kassum, og hetta hevur ikki gjørt tað lættari.
- Sum heild, kunnu vit siga, at tað hevur gingið hampiligt at selja fiskin fyri líkinda prís, síðan verkfallið byrjaði, og higartil hevur eingin fiskur staðið eftir, sigur Kristian Fríðrik Olsen.