Fáa tvífalda løn

Seks løgtingsfólk fáa dupulta løn næstu mánaðirnar

Tey seks løgtingsfólkini, sum vóru í fráfarna landsstýri, fáa umframt tingmannalønina eisini bíðipengar úr landsstýrinum. Øll, uttan Annita á Fríðriksmørk, sum bara sat í landsstýrnum í tríggjar mánaðir, fáa landsstýrismannalønina í seks mánaðir. Annita fær bíðipengar í tríggjar mánaðir.
Tá Høgni Hoydal harumframt tekur sæti á fólkatingi í næsta mánaðir, fær hann umframt góðar 30.000 úr løgtinginum + sløkur 42.000 úr landsstýrinum eisini 44.000 krónur í fólkatingsløn, tilsamans 116.000 krónur um mánaðin.
Høgni Hoydal segði tó við Sosialin í farnu viku, at fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum letur part av lønini til ein floksgrunn, soleiðis at fólkatingsmaðurin ikki fær meira í sín part enn ein tingmaður.