Fáa teir gomlu við

Ein av luttakarunum á skeiðnum um vikuskiftið var GÍ-venjarin, Johan Nielsen. Hann heldur, at venjarar sum heild ikki hava nóg gott innlit í málverjastarvið

 

Málverjar


Tá tosað verður um føroyskan fótbólt og føroyskar venjarar, so er neyvan nakar, ið hevur drúgvari royndir á økinum enn núverandi GÍ-venjarin, Johan Nielsen.

Hann taldist sjálvandi eisini millum luttakararnar á skeiðnum leygardagin, og hann er eisini samdur við landsliðsmálverjanum í, at málmansvenjingin er eitt øki, sum ikki verður gjørt nóg nógv við her heima.


Teir royndu skulu við

Hann vísur á, at hetta er eitt somikið serliga øki, sum ov fáir venjarar hava fortreytir fyri at átaka sær, men kortini dugur hann so avgjørt at síggja fyrimunir í einum slíkum skeiði.

- Hetta gevur okkum so avgjørt nakrar nýggjar impulsir sum venjarar, men skulu vit koma rættiliga víðari í hesum, er tað neyðugt, at vit eisini fáa teir eldru málverjarnir við í hesum. Vit hava jú fleiri fyrrverandi málverjar, sum so avgjørt eru egnaðir til uppgávuna, og tí ræður um at fáa hesar við.

Spurdur um tað ikki eisini er ein spurningur um orku til at seta enn ein venjara, sigur hann, at tað nýtist ikki at vera hin stóri trupulleikin.

- Mann kundi hugsað sær eina skipan, har feløgini samstarvaðu um málmansvenjarar. T.d. kundu feløgini í ymsu økjunum tikið stig til at fingið fatur á einum venjara, sum so upp á skift vandi málverjarnar í feløgunum, heldur Johan Nielsen.


Samstarv millum feløg

Annars er hann eisini av teirri fatan, at hetta so avgjørt er eitt øki, sum nógv arbeiði skal leggjast í framyvir.

- Nú eru vit komnir rættiliga langa leið við sjálvari venjaraútbúgvingini, meðan vit ikki enn hava nakra útbúgving til málmansvenjarar.

- Her kundi eg hugsað mær, at FSF nú fór í holt við at útbúgva instruktørar til hesa venjaraútbúgvingina, soleiðis sum vit hava fingið tað í vanligu venjaraútbúgvingini. DBU hevur seinnu árini uppbygt eina líknandi skipan, so tað kundi verið í samstarvi vi teir, at hetta varð gjørt.

Til kunningar kann annars nevnast, at á venjaraøkinum er útbúgvingin gjørd í samstarvi við DBU, og hava instruktørar frá danska fótbóltssambandinum í fleiri ár verið fastir gestir í Føroyum, har teir hava havt skeið fyri ymsu venjarunum.

Sum nevnt, so heldur Johan tó, at tað týdningarmesta í øllum hesum er, at vit fáa fatur á gomlu málverjunum.

- Flestu venjararnir eru fullgreiðir um, hvussu støðurnar úti á vøllinum taka seg út, men sæð frá málverjasessinum er støðan kanska ein heilt onnur, og tí er neygugt við persónum, sum kenna til sessin, at átaka sær uppgávuna, sigur Johan Nielsen at enda.