Fía er sjúkrasystir, og í fleiri ár hevur hon verið formaður í Lymfodemfelagnum.
Fía er ættað úr Vestmanna. Foreldrini eru Maria, sum var úr Vatnsoyrum og vaks upp í Vestmanna, og Emil Joensen í Vestmanna. Emil doyði í 1991, og Maria býr framvegis á Heygum.
Maria og Emil eiga fýra børn. Jóhannes býr í Grønlandi, Martin býr í Havnini, Fía býr á Toftum, og Marner býr í Vestmanna.
Fía leyk HF prógv í Hoydølum í 1977. Síðani arbeiddi hon eitt nú í bókahandli hjá Helga Justinussen, sum helt til í miðbýnum. Seinni hjápti hon onkra ferðina til í handlinum hjá Kára Justinussen í SMS, sum tá var heilt nýtt. Hon fór síðani á sjúkrasystraskúlan, har hon leyk prógv í februar í 1982. Eftir tað arbeidd Fía á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og síðani hon flutti til Toftir at búgva í 1986, hevur Fía eitt nú loyst av á Vistarheiminum, sum var í húsunum við Toftavatn, sum nú eru heim hjá minnisveikum.
Fía er gift Peturi í Túni á Toftum. Tey búgva í húsunum mitt á Toftum, sum Petur vaks upp í. Hann er sonur Maju og Júst í Túni. Fía og Petur eiga trý børn - Rannvá, Maria og Jústinus. Rannvá er gift Jan Petersen, og tey búgva í Saltnesi. Fía eigur trý ommubørn - Petur og tvíburðarnir Jórun og Fríði.
Fía er rættuliga vorðin toftakona. Hon hevur verið limur í barnaverndini, og hon hevur verið í nevndini í kvinnufelagnum. Men bondini til Vestmanna eru framvegis sterk, og hon fylgir eitt nú væl við í, hvussu tað roynist hjá vestmenningum í ítrótti.
Fía, sum er sera blídlig og fyrikomandi, var í 1996 við til at stovna Lymfodemfelagið, har hon var fyrsti formaður. Í tí sessinum var hon í eini fimm ár, og síðani hevur hon verið næstformaður. Tað er í tí sambandinum, at navnið og telefonnummarið eru at síggja í bløðunum fleiri ferðir um vikuna.
Føðingardagin fer Fía at halda í hugnaliga heiminum, sum hon og maðurin, sum er so sera fittur í hondunum, hava gjørt so at siga av nýggjum.