Fáa svartkjaft og sild

Svartkjaftaskipini sunnanfyri hava havt vánaligt veður Finnur Fríði, sum hevur verið á leiðini vestan fyri Írland, er inni í Killybegs og landar 600 tons av svartkjafti. Christian í Grótinum landaði í gjár.

Fleiri av føroysku skipunum hava verið á somu leið, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Nú hevur verið illveður, so øll skipini eru farin inn undir land at kroka.

Saksaberg, sum roynir við nót, hevur landað 500 tons av sild í Hirtshals í dag.

Kelda: joanisnielsen.fo