Fáa stóran tosk á Norðhavinum

Hóast apríl mánaði er um at vera hálvrunnin, fáa útróðrarbátarnir, sum royna við snellu á Norðhavinum, framvegis væl av fiski, og nú er stórur toskur uppi í veiðini.

Hósmorgunin ringdi Sosialurin á fartelefonina hjá nólsoyinginum, Juul M. Jacobsen, sum var staddur sjey fjórðingar úr Eiðiskolli.
Vit vildu ikki órógva ov leingi, tí nógv var at draga.
- Eg liggi við góðum kenni, og nógvur og stórur fiskur er at fáa í morgun.
Juul eigur 27 fót AWI bátin, Maj N. Síðan í februar hevur hann ligið í Haldórsvík, haðani hann hevur troytt Norðhavið, tá ið veðrið hevur verið til vildar. Saman við øðrum útróðrarmanni úr heimbygdini hevur hann leigað hús í Haldórsvík, soleiðis at neyðuga hvíldin fæst ímillum túrarnar.
Ætlar at royna allan mánaðin
Tað var hugaligt at tosa við Juul í gjáramorgunin. Vit væntaðu, at hann hevði leitað sær suðuraftur til Nólsoyar, nú so nógv er útliðið, men so var ikki.
- Eg var á fiskileið klokkan gott 7 í morgun og nú, eg havi roynt í tveir tímar, havi eg fingið 600 pund. Tað nógva er stórur og góður toskur.
Juul sigur, at slagið er nógv betur nú, enn tað hevur verið fyrr í vár.
Spurdur, hvussu leingi hann ætlar at vera norðanfyri aftrat, sigur útróðrarmaðurin, at hann helst fer at royna eftir várfiski tað, ið eftir er av hesum mánaðinum.
Fleiri dagar, minni fiskur
Juul sigur, at í byrjanini av várróðrinum viðraði ikki nakað serligt, og tí vóru dagarnir eisini fáir, men sum liðið er út á várið, hava útróðrarlíkindini verið betur.
- Vit hava fingið á leið tað sama í ár sum í fjør, men útróðrardagarnir eru nógv fleiri. Minni hevur verið at fingið í vár, men fáa vit nakrar dagar aftrat, verður várið kanska ikki so galið kortini, tá ið saman um kemur.
Juul M. Jacobsen vísir á, at enn royna fleiri bátar norðanfyri, og enn eru ikki allir avbygdamenninir farnir heimaftur.
- Nakrir útróðrarbátar eru heimahoyrandi í Haldórsvík, og teir royna enn eftir várfiski. Aftrat teimum eru vit úr Nólsoy og onkur bátur úr Kollafirði., sigur útróðrarmaðurin.