Svenskir granskarar, sum arbeiða við at gera ein heilivág ímóti Alzheimers, siga nú, at teir hava gjørt stór framstig. Teir hava tí vónir um, at tað fer at bera til at lekja fólk fyri sjúkuna við einari innspræning.
Granskararnir, sum arbeiða á Karolinska Institutet, siga seg hava fingið góð úrslit, og danski professarin Gunhild Waldemar ásannar, at talan er um eitt veruligt boð uppá, hvussu fólk kunnu lekjast fyri Alzheimers. Hon sigur, at hetta eru góð tíðindini hjá teimum, sum hava sjúkuna, men at fólk fáa ikki gleði av viðgerðini enn, tí granskingararbeiðið er ikki liðugt enn.
Teir svensku granskararnir siga, at hava teir eydnuna við sær, kann heilivágurin gerast veruleiki innan fimm ár.
Í Danmark hava umleið 40.000 fólk trupulleikar við minninum og skerdar møguleikar at klára gerandisdagin orsakað av Alzheimers, og mett verður, at umleið 35 milliónir fólk kring heimin hava Alzheimers ella okkurt annað slag av demens.