Sildaskipini hava framvegis hampiligt fiskarí í norskum sjógvi Saksaberg, sum er tað einasta føroyska sildaskipið, sum roynir við nót, var leygardagin í Liavåg nærhendis Ålesund við 340 tonsum.
Sildin var góð, og meðalstøddin var 355 gram. Alt fór til matna, og Saksaberg fekk 3,30 norskar krónur fyri kilo.
Saksaberg fekk tey 340 tonsini í einumn kasti einar 60 fjórðingar úr norsku strondini.
Christian í Grótinum, sum hevur partrolað við Norðborg, fór at sigla í gjár við 730 tonsum av sild. Norðborg hevur 435 tons av frystum inni.