Fáa seinfylgjur av sjúku og viðgerð

Fyrilestrarhaldarin hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár ráðgivið og vegleitt fólki, sum hava seinfylgjur.

 

Mánakvøldið 24. september klokkan 19 verður fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og viðgerð. Fyrilesturin verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 9 í Havn.

 

Tað verður Marianne Nord Hansen, forkvinna í seinfylgjufelagnum í Danmark, sum fer at halda fyrilesturin. Hon hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár ráðgivið og vegleitt fólki, sum hava seinfylgjur.

 

Í Krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri fyrilestrinum, vísa tey á, at viðgerð fyri krabbamein tíbetur er batnað nógv seinastu árini, og alsamt fleiri verða frísk.

 

- Tað eru tíverri nógv, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Seinfylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá long tíð er fráliðin.

 

Marianne Nord Hansen fer at greiða frá vanligastu seinfylgjunum, og hvør viðgerð er fyri tær. Hon fer eisini at greiða frá, hvat kann gerast fyri at lætta um, og hvørjum hildið skal verða eyga við, tá ræður um seinfylgjur.

 

- Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Krabbameinsfelagnum í dag.